Vælkomin á Tilmelding.fo
Tilmelding.fo er ein tænasta, sum vendir sær til fyriskiparar av tiltøkum. Vit veita amboð, ið lætta um umsitingina og hækka tænastustøðið
 
Tilmeldingar kunnu verða torførar at handfara, tíðarkrevjandi og umsitingarkrevjandi.
Serliga ger hettar seg galdandi tá ið møguleiki skal verða fyri fleiri ásetingum og gjaldi.

Við Tilmelding.fo kunnu luttakarar tilmelda seg beinleiðis á alnótini til millum annað ráðstevnur, skeiðir, kvøldskúlar, kappingar og legur v.m. har krøvini verða sett upp júst eftir tykkara tørvi. Fyriskipari fær eitt samlað yvirlit yvir alla kunning hjá luttakarinum á einum stað.

Set teg í samband við okkum á telefon (+298) 289 796 ella á teldupost info@tilmelding.fo fyri spurningar ella kunning.

Nærri kunning um hentleikar og amboð sæst á valmøguleikabjálkunum omanfyri.

Tilmelding.fo er ein partur av Advent Events Management.