Eftirmeting
Framúr amboð til at vita, heldur enn at gita
 
Tilmelding.fo gevur fyriskiparum atgongd til sera týdningarmikil hagtøl við at geva luttakarum møguleika at eftirmeta eitt tiltak. Eitt framúr amboð til at vita, heldur enn at gita.

Mangir viðkomandi spurningar til eftirmetingar av einum tiltakið eru at seta. Millum hópin av hesum kunnu nevnast:
  • Hvussu upplivdu luttakarnir tiltakið?
  • Er eitthvørt, ið kundi verið gjørt betri?
  • Hóskaði hølið seg nóg væl til tiltakið?
Hesir spurningar eru nakrir av teimum, sum kunnu vera avgerandi fyri at kenna endaliga úrslitið av einum tiltaki.

Einasta tit skulu gera er at seta tykkum í samband við okkum. Vit uppseta eftirmetingina, sum ein part av tilmeldingini ella hvør sær og fáa tit fáa eina slóð at vísa til har eftirmetingin ferð fram. Eisini fáa tit ein brúkara til at rita inn við har tit síggja allar eftirmetingar.

Tilmelding.fo gevur eisini fyriskiparinum møguleika fyri at tilgongdin av eftirmetingini fær eitt serstakt snið heilt eftir ynsktum tørvi. Hettar verður tó gjørt mótvegis gjaldið.