Tilmelding
Melda teg til og rinda - alt á einum stað
 
Eitt tiltak er ikki einans fultfíggja tá ið tað fíggjarliga hongur saman, gevur yvirskot og boðskapurin er borin væl fram. Eitt tað mest týdningarmikla við einum tiltakið, er at veita luttakarinum eina tænastu av góðsku.

Tilmeldingar til tiltøk kunna verða torførar at handfara tá ið møguleiki skal verða fyri nógvum ásetingum, gjalding við gjaldskortið og eisini møguleiki fyri rokning. Við Tilmelding.fo kunnu luttakarar til tiltøk tilmelda seg beinleiðis á alnótini har krøvini verða sett upp júst eftir tykkara tørvi. Fyriskiparin fær eitt samlað yvirlit yvir alla kunning hjá luttakarinum á einum stað.

Av teirri orsøk at øll kunning um luttakaran er samlað í einum stað ger tað tilgongdina sera einfalda til millum annað:
  • framleiðslu av navnaskeltum
  • savna teldupostadressur til tíðindaskriv
  • fráboðan um serligan mattørv til kokkar
  • tilrættisleggja serligar atkomutørvir v.m.
Einasta tit skulu gera er at seta tykkum í samband við okkum. Vit uppseta tilmeldingina og tit fáa eina slóð at vísa til har tilmeldingin ferð fram. Eisini fáa tit ein brúkara til at rita inn við har tit síggja allar tilmeldingarnar.

Tilmelding.fo gevur eisini fyriskiparinum møguleika fyri at tilgongdin av tilmeldingini fær eitt serstakt snið heilt eftir ynsktum tørvi. Hettar verður tó gjørt mótvegis gjaldið.

Sí myndir og nærri kunning um prísir í valmøguleikabjálkanum til vinstru.