Leiðreglur fyri verju av privatum upplýsingum


Privatar upplýsingar við brúk av tilmelding.fo
Allir persónligar upplýsingar og dátur, sum tú leggur inn í tilmelding.fo verða goymdar trygt og ikki brúktar til annað enn tilmelding.fo og altíð í tráð við galdandi lóggávu.

Tá tú skrásetir teg sum brúkara á tilmelding.fo, verður tú biðin um at lata okkum teldupostbústað. Tá tú skrásetir teg til tiltøk umvegis tilmelding.fo, verður tú biðin um at um at lata okkum ávísar persónligar upplýsingar, so sum fornavn, eftirnavn, telefon nr. og teldupostbústað.

Persónligu upplýsingarnar verða einans brúktar í sambandi við tilmelding.fo og fyri, at aðrir brúkarar á tilmelding.fo kunnu seta seg í samband við teg.

Av og á senda vit tær teldupost, sum bert hevur við tilmelding.fo at gera. Hetta kann vera upplýsingar um dagføringar v.m.

Flutningur av persónligum dátum
Persónligar upplýsingar um teg og dátur frá tær verða undir ongum umstøðum fluttar, latnar ella seldar víðari.

Afturkalling og rætturin til at fáa upplýsingar
Tú hevur ræðisrætt til upplýsingar og dátur, sum vit hava fingið frá tær gjøgnum tilmelding.fo.

Allar upplýsingar, sum tú hevur lagt í skipanina, verða strikaðar tá/um tú ynskir at strika tín brúkara.

Cookies
Vit brúka sonevndar cookies í sambandi við tína nýtslu á tilmelding.fo. Hetta er fyri at tryggja at tær, at neyðugar funkur rigga, so sum síðu-stýring.

Trygd
tilmelding.fo er SSL sertificerað, hetta merkir at t.d. allar upplýsingar millum brúkarar verða kryperaðar og kunnu soleiðis ikki koma út til 3. part.

Samband við okkum


ÍVF Tilmelding.fo

Skrás. Nr. 6547

info@tilmelding.fo