Ofta spurdir spurningar

 

  • Ber til at hava ymiskar gjaldsháttir?

Ja, luttakarar hava møguleika at gjalda við gjaldskorti, rokning, bankaflyting og kontant. Fyriskiparir tekur avgerð um, hvørjir gjaldsháttir skula nýtast til einstaka tiltakið.

 

  • Ber til at hava ymisk luttøkugjøld inni á somu tilmelding?

Ja, tað ver væl til. Hetta verður sett upp, tá ið teigarnir verða lagdir til einstaka tiltakið. Vit vegleiða gjarna um hesa mannagongd - ella seta upp fyri teg.

 

  • Hvussu síggi eg upplýsing yvir luttakarar?

Við tínum brúkara fært tú atgongd til tiltakið og til ber at taka eina Excel-fílu niður, sum inniheldur alla kunning. Teir teigar, sum tú hevur valt at leggja inn til luttakarar at fylla út, eru settir upp í filuni soleiðis, at tú lættliga kanst skipa alla kunning og fáa samlaða yvirlitið. T.d. eftir navni, telefonnummari, starvsplássi, gjaldshátti o.s.fr.

 

  • Er krav, at tiltakið skal lýsast alment?

Nei, fyriskiparin velir sjálvur, hvørs tiltakið skal lýsast alment ella ikki. Um fyriskiparin ikki ynskir at lýsa tiltakið alment, so fær hann bert leinkjuna til tilmeldingina og kann nýta hana, sum honum lystir. Um fyriskiparin ynskir, at tiltakið skal lýsast alment, so hevur Tilmelding.fo møguleika fyri at lýsa við tiltakinum bæði á heimasíðu, á facebook-vanga og á Instagram.   

 

  • Er mark fyri, hvussu stórt ella lítið tiltakið kann vera?

Als einki mark - øll tiltøk kunna nýta ágóða av tænastuni. Eisini tiltøk, ið ikki hava luttøkugjald.