Hvat er Tilmelding.fo?

Tilmelding.fo er ein tilmeldingarskipan, ið vendir sær til fyriskiparar av tiltøkum, veitslum og valum. Vit veita amboð, ið lætta um umsitingina og hækka tænastustøðið.

Við Tilmelding.fo kunnu luttakarar tilmelda seg beinleiðis á netinum til millum annað ráðstevnur, veitslur, skeiðir, kvøldskúlar, brúdleyp, konsertir, kappingar, legur v.m. Krøvini verða sett upp júst eftir tínum tørvi og sum fyriskipari fært tú eitt samlað yvirlit yvir alla luttøku umframt kunning um allar luttakarar - alt samlað á einum stað!

Til tess at lætta enn meira um hjá fyriskiparum, bjóða vit eisini góðskutænastur, ið eru við til at hækka tænastustøðið. Til ber at lesa meira um hesar tænastur her

Við sjálvavgreiðsluni hevur tú, sum fyriskipari, møguleika fyri at seta alt upp sjálvur og so taka vit okkum av rest. Rúm er fyri øllum sløgum og støddum av tiltøkum, við ella uttan gjaldskipan. Harumframt avgerð fyriskiparin sjálvur, hvørs tiltakið skal lýsast alment ella ikki.

Aftuat hesum, er eisini gjørligt at nýta tilmeldingarskipanina í samband við val og atkvøðugreiðslur. Tá sniðgeva vit eina loysn, ið hóskar seg júst til tín tørv. 

Sum nýggjur brúkari í samband við tiltøk, fært tú møguleika at royna skipanina ókeypis fyrstu ferð. Royn okkara sjálvavgreiðslu - ella send okkum eini boð her og vit seta alt upp fyri teg!