Gjaldsavtala

Tilmelding.fo hevur eina gjaldsavtalu við NETS/Teller. Hetta merkir, at luttakarar kunna gjalda fyri luttøku beinleiðis umvegis netið.

Allar kortflytingar fara umvegis eina bronglaða SSL gjaldsskipan hjá Quickpay til tess at tryggja eina trygga gjalding. Tá ið goldið verður við gjaldskorti, er upphæddin tann, sum verður upplýst. Fyri hvørja gjalding við gjaldskorti verður eitt avgreiðslugjald lagt omaná. Øll onnur eykagjøld, avgreiðslugjøld ella onnur gjøld verður kunnað sjónligt um. Um annað ikki er upplýst, er upphæddin altíð í donskum gjaldoyra (DKK).

Tilmelding.fo ásetur møguleika um endurgjald og kunning hesum viðvíkjandi verður altíð kunnað um í tilmeldingar tilgongdini. Um endurgjald verður kraft av einhvørjari orsøk, skal gjaldarin fyrst og fremst seta seg í samband við Tilmelding.fo. Nevnast skal, at tilmeldingin og gjaldingin fyrst og fremst er ein avtala millum keyparan og Tilmelding.fo. Fyriskiparin av tiltøkum er tó ongantíð Tilmelding.fo, um hetta ikki framgongur sjónligt.

Tá ið fyriskiparar stovna eitt tiltak, ið nýtir gjaldskipanina, verða luttøkugjald í fyrsta umfari flutt á konto hjá Tilmelding.fo, sum síðani flytir peningin  á konto fyriskiparan eftir avtalu. Í hesari tilgongd, verða avgreiðslugjøld mótroknað og fyriskiparin fær sendandi eitt samlað yvirlit yvir inntøkur og útreiðslur.