Marknaðaføring av tiltøkum

Vit kunna lýsa við tínum tiltaki á Tilmelding.fo, Facebook og Instagram!   

At fyriskipa tiltøk er tíðarkrevjandi og tíðum strekkir tíð og orka ikki til nøktandi marknaðarføringina. Vit hava møguleika at hjálpa tær við at lýsa við tínum tiltaki á okkara heimasíðu umframt á sosialu miðlunum Facebook, Instagram og skjótt eisini LinkedIN. Saman leggja vit ein leist, ið hóskar seg til títt tiltak og restina taka vit okkum av. Meira fæst at vita við at seta seg í samband við okkum.