Rakul Svabo Róadóttir

Eg eri høvuðseigari av Tilmelding.fo og reki virksemið hjá tænastuni. Fyritøkan byrjaði á fyrsta sinni í 2012 og hevur verið virkin líka síðani. Eg tók yvir virksemið á heysti í 2017 og havi síðani lagt tænastuni nýggjan leist og givið henni nýggjan ham.

Við bakstøði í millum annað samskifti og samskipan, kann eg bjóða amboð, vegleiðing og sparring í samband við tiltøk. Tú ert altíð vælkomin at skriva mær eini boð her.